Í dag, tann 13. januar 2023 hevði tann danski presturin og skaldið Kaj Munk fylt 125 ár.
Sjálvt um eg fleiri ferðir havi skrivað um hansara dramatisku søgu, fari eg at siga heilt stutt fra eini rættiliga ókendari ferð, har hann næstan incognito var í Føroyum og stórt sæð bara vitjaði í Sandoynni.
Orsøkin var tann, at studentavinmaður hansara, Aagaard, var blivin prestur í Todnesi á Sandi, og hann hevði fleiri ferðir boðið Kaj til Føroya at vitja.
Í februar 1927 tók hann av og fór sera anonymt umborð á ferðaskipið í Kjøpinhavn, kom sera diskret til Havnar og uttan nakran háva umborð á bátin til Skopunar, har Aagaard heimtaði hann.
Ein dag skal Aagaard til Skálavíkar at prædika og býður Kaj við eystur um land..
Hvussu teir hava tingast á leiðini er óvist, men tá ið bilsnir skálvíkingar eru komnir í kirkju sunnudagin 27. februar, er tað ein heilt ókendur prestur, sum hevur guðstænastu.
Tað er Kaj Munk, sum fer uppá prædikustólin og heldur eina prædiku, sum seint bleiv gloymd av forfardum skálvíkingum.
Munk hevði jú dramatiskt talent, so hann bar seg meira at sum ein ógvisliga veipandi og hóreiggjandi sjónleikari á prædikustólinum enn sum skikkiligur og hábærsligur prestur.
Nógv av bygdarfólkunum vóru púra málleys!
Serliga nøkur av teimum eldru vóru djúpt forargaði, meðan fleiri av teimum yngru hildu Kaj vera sera undirhaldandi.
Men Kaj Munk var seinni inni á gólvinum á Mølini hjá abba og ommu mínari, og øll husfolkini har hildu.hann vera ein hugnaligan, spennandi og eisini gemytligan mann.
Stutt eftir fór Munk aftur til Havnar og púra diskret umborð á ferðaskipið til Danmarkar, so stórt sæð eingin varnaðist, at ein rabiatur politiskur debattørur og eitt komandi stórt dramaskald hevði verið í SKÁLAVÍK.
Kaj Munk var eisini vinmaður við ein annan prest, sum æt Blicher Winther.
Tá ið Aagaard for aftur til Danmarkar, søkti Blicher embætið á Sandi. Hann fekk tað og bleiv har fyri livið.
Hann er tí grivin á Sandi.
Kaj Munk dugdi ótrúliga væl at instruera og dramatisera alt sitt lív og endaði eisini sinar dagar sum martýrur tann 4. januar 1944, har hann bleiv heintaður av Gestapo og skotin.
Virgar T. Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo