Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast undirritaða í fleiri førum er endurgivin í miðlunum, so seint sum í gjár í KVF,  fyri ikki at vilja hava grótið úr Sandoyartunlinum, meðan undirritaða sat sum borgarstjóri, so loyvi eg mær at endursenda hesa grein til miðlarnar, sum er frá 10/2-2021.

Í Dagur og viku fríggjakvøldið var borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, frammi í miðlunum um, at undanfarna samgonga í Havn hevði sovið í tímanum, tí hon ikki hevði keypt grótið úr Sandoyartunlinum. Minnið er stutt og lætt er at fara um sannleikan. Tað var nevniliga Heðin Mortensen,  sum sjálvur sat sum landsstýrismaður í samferðslumálum, herundir landsstýrismaður fyri eysturoyartunnulin, og tí sat við lyklunum til hvat og hvussu hetta tilfeingið kundi brúkast.

Lat tað vera greitt, tað er ikki Tórshavnar kommuna, sum hevur ábyrgdina av grótinum, men er hetta  ábyrgdin  hjá landsstýrinum og P/F Skálafjarðartunlinum, hvat hetta tilfeingið skal brúkast til. Sjálvandi ynsktu vit eins og øll onnur, at hetta tilfeingið kundi brúkast so skilagott sum yvirhøvur til ber, men tað merkir ikki, at tað er Tórshavnar kommuna sum skal leggja allar aðrar íløgur til viks fyri at keypa grót fyri 10 tals mió. úr Sandoyartunlinum.

Uppskot hava verið um at gera eitt  ídnaðarøki á Gomlurætt. Hetta er uttan iva ein skilagóð verkætlan,  men her skal viðmerkjast, at Tórshavnar kommuna just hevur  bygt eitt ídnaðarøki á Sundi við gróti frá eysturoyartunlinum, eins og vit eru í gongd við at byggja nýggju skansabryggjuna fyri eina hálva milliard.

Ì okkara íløguætlan høvdu vit ikki lagt upp fyri tí 3. Ídnaðarøkinum fyri 30 mió, tí vit m.a.  høvdu planlagt eitt nýtt ellis og røktarheim, ein umlættingar og rehabiliterinsdepil umframt ein langhyli við vælveruøki. Eitt ídnaðarøki á gomlurætt hevði í minsta lagi kostað 30 mió. og hevði hetta viðført, at vit vóru noydd at seta onkra aðra íløgu afturum.

Tað virkar sum um, at vit í Tórshavnar kommunu bara skulu keypa grótið úr sandoyartunlinum, tí ongin annar skuldi fáa ágóðan. Er hetta skynsamur politikkur? Er hetta skynsom planlegging ?

Vit vóru tó  í samráðingum við tunnulfelagið um at fáa grót til eina íløgu vit sjálvi høvdu raðfest, nevniliga bátahylin í Álakeri. Ùrslitið av  hesum samráðingum endaðu úrslitaleyst, tí tað hevði kostað 5 mió meira enn tað grótið vit sjálvi kundu fáa til vega frá  útgevstrinum til svimjihylin í Gundadali. 

Sum fólkavald hava vit skyldu til at fara væl um skattaborgarans pening. Okkara politikkur var ikki at keypa fyri at keypa grót,  so onnur ikki kunnu fáa gleði av hesum tilfeingi.

Tó skal leggjast afturat, at eg eri eins hørm og øll onnur um ta mongu ferðslu, ið nú fer at koyra ígjøgnum havnargøtur, men hetta er ein avgerð sum tunnilsfelagið hevur tikið saman við Runavíkar kommunu og ikki ein avgerð, ið eigur at hongjast yvir høvdið á undanfarna býráð. Vónandi ber tó til, at skipa hesa ferðslu so skynsamt sum til ber, so havnaborgarar ikki fáa ampa av hesum.

Annika Olsen,
fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo