Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Sjókovin: Sjókovin fingið játtað fígging til ES verkætlan um at verja og endurnýggja lívmargfeldi í Arktis og Atlantshavi

Verkætlanin, sum tekur 4 ár, hevur fingið játtað 60 milliónir krónur frá Horizon Europe, harav fíggingin til Sjókovan er slakar 3 milliónir krónur. Hetta ES-verkætlanarsamstarvið er millum Sjókovan og 17 aðrar granskingarstovnar úr 8 evropeiskum londum. Tað er Matís úr Íslandi, ið samskipar verkætlanina.

Verkætlanin ber heitið BioProtect og hevur til endamáls at samskapa og menna nýhugsandi, vistfrøðisgrundaðar loysnir fyri at verja og endurbyggja lívmargfeldi í Arktis og í Atlantshavi. Serligur dentur er lagdur á at menna loysnir til økisgrundaða umsiting av havinum. Hetta inniber millum annað, at menna mannagongdir og tøkni, ið kunnu betra um samstarvið millum borgarar, fyritøkur og myndugleikar, tá avgerðir skulu takast, og at koma við tilmælum um, hvussu vit betri kunnu umsita havtilfeingi. Arbeitt verður við at menna og implementera loysnir saman við viðkomandi áhugapartum í fimm ymiskum økjum: Noregi, Íslandi, Írlandi, Azorunum, og Portugal. Verkætlanin fer eisini at fremja og styrkja vitanina um hvussu veðurlagsbroytingar og menniskjaligt virksemi á sjónum ávirka lívmargfeldi.

Sjókovin hevur ábyrgdina av teimum samfelags- og búskaparligu greiningunum í verkætlanini og fer við hesum m.a. at meta um ávirkanina av ymiskum átøkum og tøkni, umframt at meta um virðið á vistskipanartænastum, har tað er viðkomandi.

Verkætlanin fer í gongd beinanvegin, og næstu dagarnar hittast verkætlanarluttakararnir til byrjanarfund í Keypmannahavn fyri at leggja arbeiðið til rættis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo