Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, var í gjár og vitjaði Javna. Javni hevði boðið landsstýriskvinnuni á fund at greiða frá, hvørjum Javni arbeiðir við, og hvørjum málum, tey meta, at landsstýriskvinnan eigur at arbeiða við.
Eitt nú varð nomið við tørvin á búplássum, umlætting og aðrar skipanir, ið kunnu betrast. Eisini greiddi Javni frá, týdninginum av – eisini hjá fólki við menningartarni – at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum.
- Hetta var ein góður fundur og nógv viðkomandi viðurskifti vórðu umrødd, og eg gleði meg til eitt gott og gevandi samstarv við Javna komandi árini, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo