Í annaðkvøld, mikukvøldið 19. des. kl. 20.30, hava Siloakórið og Dania O. Tausen jólakonsert í Siloa í Fuglafirði.
Eyðun á Lakjuni stjórnar Siloakórinum, sum fer at framføra bæði gamlar og nýggjar jólasangir við góðum og fjølbroyttum útsetingum - og frálíkum solorøddum og undirspæli.
Kendi sangfuglurin av Toftum, Dania Oddmarsdóttir Tausen, fer eisini saman við orkestri at framføra nakrar sangir.
Aftan á konsertina verður ein drekkamuður at fáa - og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo