SF: Summar Festivalurin byrjar í dag. Fyrsta konsertin í kvøld verður á Torginum klokkan 19, tá ið Maria Ronnisdóttir á Heygum fer at framføra.
Klokkan 22 verður stór 20 ára jubileumskonsert hjá Summar Festivalinum á Vágsbø. Tá fara umleið 20 sangarar og tónleikarar at framføra. Eitt nú skulu Paul Watchorn, Lena Anderssen, Ingi Poulsen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir og Karl Martin Samuelsen syngja.
Klokkan 01 í nátt fer Faustix at undirhalda við elektroniskum tónleiki á Vágsbø.
Í kvøld spæla eisini Kim Hansen, Finnur Koba, Son of Fortune og Danny Baldursson.
Summar Festivalurin heldur fram til leygarkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo