Nú leygardagin 16. oktober klokkan 20, hevur 07 Vestur uppboðsølu av seyði á Dungasandi.
Lombini verða seld á vanligari uppboðssølu.
Lombini eru frá Syðrasey, Hálsi, Oyragjógv, Gimbrunum, Kleivum, Uttangarðshaganum, Tormanshaganum, Sudringi, Sundshaganum, Vørufelli, Slættanesi og Eyðanstovugarðinum.
Eisini verða 4 partar av tevimum neytafjórðingum frá Jákup Paula í Eyðanstovu seldir.
Ein veðrur verður eisini seldur á meksikanskari uppboðssølu.
Byrjað verður klokkan 20.
Møguleiki verður at keypa sær suppu og okkurt gott drekkandi afturvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo