- Ásetingar í føroysku lisitatiónslógini um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum, forðaðu okkum í at skipa fyri lisitatión.
Tað sigur Eydna Joensen, samskiftisfólk hjá SEV.
VP hevur vent sær til SEV við nøkrum spurningum, eftir at tað er komið fram, at ætlaða pump-to-storage verkætlanin í Vestmanna nú verður av ongum, í øllum førum fyribils. Eisini hevur ljóðað, at bert eitt tilboð kom inn. Men tað er ikki rætt, sigur hon.
- Nei, tað er ikki rætt. Fleiri tilboð komu inn. Verkætlanin er skipað í elektromekaniskan part og ein verklagspart (byggi- og anlegg). Til verklagspartin kom bert eitt tilboð, meðan fleiri ymisk boð komu inn upp á elektromekaniska partin. Lisistatiónslógin er stýrandi fyri, hvussu farast skal fram í sambandi við útboð av verklagspartinum, meðan hetta ikki er galdandi fyri elektromekaniska partin.
- Men eru tit viss í, at tit hava nøktandi grundarlag til at taka avgerð um at steðga á við verkætlanin?
- Grundarlagið fyri at steðga á við verkætlanini er, at samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina liggur væl oman fyri kostnaðarmeting og aðalfundarheimildina upp á 1,3 mia. kr.
- Hví komu ikki fleiri tilboð?
- Sum omanfyri nevnt, er lisitatiónslógin galdandi fyri verklagsútboð. Ásetingar í føroysku lisitatiónslógini um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum, forðaðu okkum í at skipa fyri lisitatión við fleiri enn tveimum boðum. Hetta tí, at høvuðsráðgevingin er farin fram á øðrum norðurlendskum máli, og tí var einasta loysn, at tveir undangóðkendir veitarar lótu inn framíhjáboð upp á verklagsuppgávuna.
Tá avtornaði, valdi annar undangóðkendi veitarin, sum hevði víst áhuga fyri at bjóða, ikki at lata boð inn.
- Hvat ljóðaði tilboðið uppá, og hvørjum var tað frá?
- Vit kunnu ikki upplýsa hvørjir veitarar lótu tilboð inn, og hvørjar upphæddirnar vóru. Verkætlanin er ikki komin so langt, at hon er búgvin til almannakunngerð, og okkara samstarv við veitarar er í trúnaði.
- Hví verða ikki fleiri royndir gjørdar at fáa fleiri tilboð? Slík verk eru jú bygd aðrastaðni áður...
- Vit gjørdu tað, vit kundu fyri at tryggja so nógva kapping sum gjørligt, men ásetingar í føroysku lisitatiónslógini um, at útbjóðingartilfar skal vera á føroyskum, forðaðu okkum í at skipa fyri lisitatión. Hetta tí, at høvuðsráðgevingin er farin fram á øðrum norðurlendskum máli, og tí var einasta loysn, at tveir undangóðkendir veitarar lótu inn framíhjáboð upp á verklagsuppgávuna.
Fyribils er avgjørt at steðga á við verkætlanini fyri at umhugsa støðuna.
- Nær verður so endalig avgerð tikin um at halda fram ella steðga endaliga?
- Í løtuni er støða ikki tikin til hetta, sigur Eydna Joensen, samskiftisráðgevi hjá SEV við VP.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo