Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Setrið: Í árligu havrættarsamtyktini, sum kom stutt fyri jól, viðurkennir aðalfundurin hjá Sameindu Tjóða íkastið hjá Fróðskaparsetri Føroya at menna týdningarmikla vitan í menningarlondum.

Talan er um landgrunskeiðið, Summer Academy on the Continental Shelf, sum Setrið síðani 2018 hevur samskipað saman við African Institute of International Law, og sum hevur fingið viðurkenningina í havrættarsamtyktini.

Hesi skeiðini hava síðani 2018 verið hildin í Arusha í Tansania og hava til endamáls at breiða út løgfrøðiliga og tøknifrøðiliga vitan um landgrunsmørk, og hvussu slík mørk skulu gerast við tí fyri eyga at geva londunum bestu møguleikar at loysa møguligar marknatrætur við grannalond. Hetta eru týdningarmikil stig at taka, tí í mongum førum er tað ein fortreyt fyri at troyta tilfeingi í umstríddum økjum, at slíkar ósemjur eru loystar.

Síðani skeiðið í 2018 varð flutt úr Føroyum til Tansania, eru tað serliga afrikansk lond, sum hava fingið ágóðan av skeiðvirkseminum. ST-aðalfundurin viðurkennir tann ítøkiliga týdningin, sum hetta skeiðið hevur fyri at menna vitanina í menningarlondum við hesum orðum:

(The general Assembly,) Recognizes the holding of the regional courses on the continental shelf in Arusha, United Republic of Tanzania, jointly organized by the African Institute of International Law and the University of the Faroe Islands, and their continuing important contribution to capacity-building, particularly in developing countries.

Summer Academy on the Continental Shelf er í stóran mun fíggjað av menningarhjálpini hjá Føroya Landsstýri. 

Í 2023 verður skeiðið hildið í Singapore og er serliga ætlað luttakarum úr asiatiskum menningarlondum.

Tað eru Bjørn Kunoy, professari á Setrinum í altjóða lóg, Martin V. Heinesen, Jarðfeingi og limur í landgrunnsnevndini hjá ST, og Finn Mortanson Mørk, ráðgevi í GEUS (Geological Survey of Denmark and Greenland), sum fyriskipa skeiðið.

Øll ST-samtyktin kann lesast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo