Landsverk: Nú komið er á mál við tí partinum av umbyggingini av Sjóvinnuhúsinum í Havn, bjóðar Landsverk sum byggiharri til almenna móttøku í bygninginum í dag klokkan 10.30.
Umbyggingin av tí partinum av Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið skal halda til í, er nú liðug. Tað vil siga onnur, fjórða og fimta hædd, har Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum longu eru fluttar inn.
Umframt skúlastovur og bólkarúm eru skrivstovur, fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað eisini fyrilestrarsalur og ein matstova.
Almenna móttøkan verður hildin í silo'ini í Sjóvinnuhúsinum í dag fríggjadagin tann 4. mai klokkan 10.30.
Skráin fyri hátíðarløtuna er hendan:
10.30 Móttøkan byrjar
Røðarar undir hátíðarløtuni:
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum
Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður á Fróðskaparsetri Føroya
Øll eru hjartaliga vælkomin at síggja nýggju umstøðurnar hjá Setrinum og fáa sær ein góðan kaffimunn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo