Fíggjarmálaráðið: Í dag hava Fíggjarmálaráðið og Maskinmeistarafelagið skrivað undir semju um endurnýggjan av sáttmálanum fyri maskinmeistarar á landi, fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2022 til 1. oktober 2025.
Semjan byggir á sama lønarkarm sum hjá øðrum feløgum í hesum samráðingarumfarinum. Tað er 3,8 %, 4,2 % og 4,75 % yvir trý ár.
Smávegis dagføringar eru gjørdar í sáttmálanum, umframt at avtalað er, at umrøða lønarbygnað í sáttmálatíðarskeiðnum.
Til ber at lesa semjuna her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo