Vinnuhúsið: Semingsmaðurin Terje Sigurðsson legði týskvøldið 24. mai eitt semingsuppskot fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini.
Partarnir hava í dag sagt ja til semingsuppskotið og hava undirskrivað ein tvey ára sáttmála.
Avtalaðu lønarhækkingarnar eru hesar:
1 . mai 2022 hækkar lønin 3,50%
1 . mai 2023 hækkar lønin 3,50%
Umframt hækking í lønini eru broytingar gjørdar í starvsaldrinum. Hetta merkir, at samlaði karmurin hetta tvey ára sáttmálaskeiðið er 3,80% fyrsta árið og 4,04% annað árið.
Sáttmálanir og lønartalvurnar verða nú dagførdar og nærri kunning verður send tykkum seinni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo