Seks vaksin fólk fingu um 13 tíðina í gjár bót fyri brot á skilhaldsreglurnar á alljósum degi.
Ólátaði atburðurin verður settur í samband við eitt tiltak ímóti krígnum ímillum Ísrael og Hamas, sum skipað varð fyri í miðbýnum í Havn.
Fólkini vóru sum so ikki partur av tiltakinum, men høvdu eftir øllum at døma so mikið sterkar meiningar um støðuna í Miðeystri, at boð vórðu send eftir politinum. Og tá tey ikki vildu gera eftir boðunum frá løgregluni, fingu tey bót.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo