Til síðsta val, gjørdi Fólkaflokkurin eitt rimmar val runt alt landi.
Her á Sandoynni fingu vit eitt gott val, men kom okkara umboð tó ikki inn sum fastur tinglimur.
Tá vit so komu í Samgongu, flokkurin fekk trý landsstýrisfólk, kom okkara umboð á Ting.
Hetta var at frøðast um, tí nú var alt landið umboðað í Ting- og Landsstýrismanning Fólkafloksins.
Tá so tvey av okkara Landstýrisfólkum valdu at taka sætið á Tingi aftur og frásiga sær Landstýrissessin, var umboðið á Sandoynni úti í kuldanum.
Sum støðan fyriliggur júst nú, eru allir partar av okkara oyggjasamfelag umboðað av Fólkafloks fólki, verið tað Tingfólk ella Landstýrisfólk, men ikki Sandoyggin.
At hava umboðan í tí politisku skipanini, er av al stórum týdningi fyri Sandoynna, og tí vilja vit í Sandoyar Fólkafloksfelag leggja stóran dent á, at hugsa verður um Sandoynna, nú Ting- og Landsstýrismanningin verður umskipað, og nýggja Landsstýrisfólk skulu tilnevnast.
Síðan 2011 hava vit her suðuri arbeitt hart fyri at fáa okkara umboð á Ting, og hevur hetta eydnast í seks av árunum síðani, sjálvt um skipanin við einum valdømi leggur okkum stórar fótonglar í vegin.
Vit hava verið við til at borið nógvar stemmur til flokkin, bæði av oynni og lokalt, og fleiri stemmur av hesum hava ikki verið fólkafloksstemmur.
Síðsta Fólkaflokks umboð fyri Sandoynna í Landstýrinum var John Petersen sum Fiskimálaráðharri, og nærkast hetta 25 árum síðani.
Okkara umboð hevur verið borgarstjóri í 10 ár, og tingmaður í 6 ár, umframt tað, so hevur hann røkt aðrar álitispostar.
Hann hevur havt stóran týdning fyri oynna og hevur á ongan hátt spælt seg av A-liðnum, og verður hann settur av liðnum, meðan onnur fólk, óroynd í politikki verða tikin framum, verður tað við garanti at falla í ringa jørð í Sandoynni.
Verður telva so, at vit her suðuri vera sett totalt uttanfyri, og onga umboðan koma at hava, um tað so er verandi umboð, ella okkurt annað, kemur hetta at hava katastrofalar avleiðingar fyri flokkin í oynni, og ferð uttan iva at fáa stóra neiliga ávirkan á Fólkaflokkin.
Vegna Sandoyar Fólkafloksfelag
Ingimar Tór Thomsen, formaður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo