Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar kommuna bjóðar til ókeypis ráðstevnufund í Løkshøll mikukvøldið 15. februar kl. 19.00 – 21.30. Ein kaffimunnur verður at fáa frá kl. 18.30. Tilmelding er neyðug fyri at luttaka. Melda til á www.loksholl.fo.

Borgarstjórin, Tórbjørn Jacobsen, skrivar soleiðis: 

Vanliga verður sagt, at treytin fyri at eitt samfelag kann verða rópt fyri at vera demokratiskt, er, at tey trý meginvøldini støðugt skáka hvørt annað. Lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið. Eitt annað eyðkenni er, at fólkið fær høvi, eftir skipaðum meginreglum, at velja fólk til umboðandi vald, sum í tíðarmáli situr eftir skipaðum og avmarkaðum leisti.

Skiftandi umboðan – skiftandi politisk mál, - ið skulu røkkast. Nýggj samgonga varð skipað stutt fyri jól í fjør, hon hevur í skjali fest niður sínar ætlanir, og táið okkara skipan nú einaferð er soleiðis vorðin, at ein politisk samgonga, við parlamentariskum meiriluta undir sær, hevur allar heimildar í lógum at gera av, hvussu samfelagið skal skrúvast saman í stjórnarskeiði hennara, fær hetta av góðum grundum ávirkan á gerandisdagin hjá øðrum høpum í samfelagnum – eitt nú kommunum og vinnulívi.

Øll kenna samfelagsliga týdningin av vinnulívinum, ein stórur partur av fólkinum í landinum vekslar sína arbeiðsmegi á tí marknaðinum og fær harvið sína dagligu úrkomu haðan. Kommunurnar eru tey seinastu nógvu árini vorðnar ein so stórur partur av samfelagnum, lutfalsliga, at tær í dag eru ein væl størri skattainnkrevjari enn landskassin. Sohvørt sum landsmyndugleikin hevur flutt stór høpi út til kommunurnar at reka, eru tær vorðnar ein meginbulur í samfelagnum.

Tað átti at verið ein sjálvsøgd siðvenja, at hesir partarnir, hvørjaferð nýggj samgonga er skipað, hittast á fundi fyri at viðgera setningin, sum ein nýggj samgonga ætlar at skipa samfelagið eftir næstu árini. Allir partar eru ivaleyst samdir um at standa undir einum so dyggum vælferðarsamfelag sum yvirhøvur gjørligt, men løgið skuldi tað verið, um ikki sjónarmiðini eru ymisk hjá teimum ymsu pørtunum – fyri ikki at siga áhugamálunum. Líkamikið hvussu ein landsstjórn annars er samanskrúvað hugsjónaðarliga.

Tað varð hildið vera undrunarvert, at tað ikki varð heitt á m.a. Kommunufelagið um at koma til hoyringar í samráðingarfasuni hjá samgonguni, í samgonguskjalinum hómast í mongum førum mørk, har hesir báðir partarnir fara at hitta hvønn annan tey næstu fýra árini, men eftir skipanina hevur felagið verið á fundi við øll landsstýrisfólkini og løgd er ætlan fyri, hvussu partarnir skulu vita av hvørjum øðrum tey næstu árini.

Endamálið við hesum fundinum er at seta samgonguskjalið undir lupp, soleiðis, at partarnir, sum onkurvegna verða ávirkaðir av ætlaða politikkinum, sleppa til orðanna, og at landsstýrið/samgongan í mun til hetta fær greitt frá sínum ætlanum.

Fundurin er ikki ein fundur um partapolitikk, hetta er ein fundur, sum tekur støði í einum samgonguskjali og teimum áhugamálum í samfelagnum, sum á ymsan hátt verða ávirkað av væntaða politikkinum tey næstu árini.

SKRÁ 

19:00 – 19:10                     Borgarstjórin bjóðar vælkomin.

19:10 – 19:25                     Løgmaður greiðir frá ætlanum samgongunar. 

19:25 – 19:40                     Jón Sigurdson, FAG, greiðir frá arbeiðsgevara sjónarmiðum.

19:40 – 19:55                     Sonja Jógvansdóttir, Samtak, greiðir frá teirra sjónarmiðum. 

19:55 – 20:10                     Hans Kári Vang, KF, - fíggjarligar avleiðingar fyri kommunala geiran. 

20:10 – 20:25                     Magni Laksafoss ger búskaparligar metingar um samgonguskjalið.

 20:25 – 21:15                     Pallborð sum tekur støði í samgonguskjalinum og framløgunum. 

Í pallborðinum sita:

                                           Løgmaður – Aksel V. Johannesen.

                                           Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vinnumál.

                                           Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

                                           Regin Jacobsen, stjóri, Bakkafrost.

                                           Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum.

                                           Tórbjørn Jacobsen, formaður í KF.

Fundarstjóri:                      Ben Arabo

ES: Eftir fundarlok syngja vit tjóðsangin.

Vælkomin á ráðstevnufund.

Melda til á www.loksholl.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo