Dirvi er, tá tú ert tann einasti sum veit, at tú ert bangin
- Colonel David Hackworth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Samgonguskjalið sigur onki um, at privatu fyritøkurnar sum fáast við at geva út bløð skulu hava eina serliga peningainnspræning frá Løgtinginum til at bera bløðini út til haldararnar - útberingarstuðul.

Tað vátta fleiri samgongutingfólk fyri VP.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, var við til samráðingarnar tá landsstýrissamgongan varð skipað, og hann kennir innihaldið bæði í samgonguskjali og teimum undirskjølum sum vórðu gjørd tá samgonga varð skipað eftir løgtingsvalið í november.

- Vit vildu styrkja føroysku miðlarnar, men útberingarstuðul verður ikki nevndur, sigur Høgni Hoydal, sum annars vísir til Anitu á Fríðriksmørk til at tosa nærri um henda spurningin.

Orsøkin til, at VP vil finna útav hesum er, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í tinginum í gjár segði, at hon bara fremur viljan hjá samgonguni í málinum um miðlastuðul.

Rigmor Dam fekk fleiri atfinningar um uppskotið, eisini frá fólkum í samgonguni, sum ikki søgdu seg taka undir við tí í verandi líki, tí tað tilgóðasær fyrst og fremst gamla málgagninum hjá Javnaðarflokkinum og arbeiðsplássinum hjá landsstýriskvinnuni, Sosialin.

Landsstýriskvinnan kallaði tað óseriøst at koma við slíkum ábreiðslum. Hon segði, at hon gjørdi bara tað sum samgongan var samd um.

Men tað man vera ein tillagaður sannleiki, tí hóast ætlanin var at stuðla privatu føroysku miðlarnar, varð ikki farið í smálutir við hvussu, og útberingarstuðul stendur ongastaðni nevndur.

Heldur ikki Anita á Fríðriksmørk, eisisi úr Tjóðveldi, sær nakað um útberingarstuðul í samgonguskjølunum.

- Tað er ein politiskur vilji at styrkja privatu miðlarnar, og sum tað sær út beint nú vendir tað mest í favør til bløðini. Tað er rætt at onki stendur um útberingarstuðul í samgonguskjalinum ella undirskjølum, men tað verður nevnt í viðmerkingunum í lógini um at broyta kringvarpsgjaldið, sigur hon.

Ongin í andstøðuni segði seg taka undir við uppskotinum um miðlastuðul í verandi líki, og minst ein í samgonguni, Pauli T. Petersen úr Tjóðveldi, segði tað sama.

Málið er nú í Mentanarnevndini hjá Løgtinginum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo