Í vár varð spurnarkanning um ferðslu gjørd millum teirra sum búgva fram við høvuðsvegnum í Miðvági og Sandavági.
Greiður meiriluti var millum íbúgvarnar, at taka undir við, at gjøgnumkoyrandi ferðslan í framtíðini verður leidd gjøgnum nýggjan tunnil millum Fútaklett og Vatnsoyrar.
Hesin tunnilin er nú komin á løguætlan løgtingsins.
1. desember varð drigið um ein vinning, nýggj bók, millum øll ið vóru við í kanningini. Hepnu vinnararnir vórðu Sámal H. Ellefsen í Miðvági og Heini Nielsen í Sandavági. Teir hava fingið bókina "Sluppin", sum Sune Joensen hevur skrivað.
Fyrireikararnir siga, at teir ynskja teimum tillukku við vinninginum og annars øllum, sum vóru við í kanningini eini gleðilig jól og Harrans signing í komandi ári.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo