Sáðmaðurin fór hugagóður til verka og tók rívan til. Hann spardi ikki uppá tilfarið. Hóast kunnleiki var til yrkið, vildi hann tað besta og var ríkiligur.
Ynskið um gróður og grøði var størri enn hugsanin um lendið. Varni og sparsemi eru ikki altíð ein gongd leið, um vit vilja nakað.
At spara uppá tilfarið er valla skilagott, tá ið talan er um menniskju. Tað ræður um at troyta møguleikan og liva í vónini.
Vónin og væntanin hevur sáað nógvar búnar akrar. Tað er ikki altíð, at skurðurin á heysti sæst ársins fyrsta várdag. Arbeiða vit ikki á vári verður grøðin tess lakari.
Jesus greinaði líknilsið um sáðmannin og segði, at sáðið er Guðs orð. Líknilsið minnir okkum á, at vit skulu troyta allar møguleikar og vera íðin at boða orðið í tíð og úrtíð.
Andaliga er tað vandamikið, um prestar og trúboðarar rokna seg fram til, hvat loysir seg ella ikki loysir seg í Guðs ríkis arbeiði.
Spurningurin er, hvør akur er verdur at virka í? Hvør er jørðin, ið ongan møguleika hevur at bera frukt? Hvørji menniskju skulu vit umgangast, og hvørji skulu vit ikki koma i hóslag við?
Útveljingin, tað at vit velja nøkur fram um onnur, er valla sambærlig við andan í kristnari hugsan, um vit hava Meistaran sum fyrimynd. Jesus er okkara stóra fyrimynd, hóast vit, ið prædika, als ikki eru fullkomin í sinn og skinn.
Jesus er frelsari alra, ið søkja sær hjálp hjá honum. Eingin var rikin burtur. Tey, ið komu til hansara, vórðu væl móttikin í kærleika. Jesus sá ein himmiríkisins borgara í hinum einstaka, hóast likamið var viðtikið og klæðini skitin.
Tað er drívmegin í boðan teirra kristnu, at vit í Jesu navni við Guðs anda og kraft kunnu leiða menniskju til sálarbót og frelsu. Tað neyðarsliga kann í Jesu navni verða umbroytt til ein undurfullan og vælvirkandi veruleika. Tað er eingin orsøk til ikki at troyta møguleikan til bót og bata.
Sum prestur er tað ein fragd at vera vitni til, at syndarin verður settur í frælsi, at hin fjøtraði verður loystur úr hafti, at tað meiningsleysa verður útskift við unniligt og lívgandi innihald. Umbroytingin er sjónlig og ger allar lutir nýggjar.
Sum prestur er tað ein stór Guðs náði, at hava fingið lut í tí fyrigeving og sáttargerð, ið Jesus gjørdi, tá ið hann var krossfestur vára og alra synda vegna. Náði er tað, at hann eftir uppreisn av deyða møtir okkum í Heilagum Anda og veitur okkum vissuna um frelsu og ævigt lív.
At vera loystur úr syndarinnar bondum og verða settur á haldgóða grund, klettin Kristus. Har er trygdin, friðurin og gleðin. Tá ið syndin enn einaferð hevur tølt, og vit snáva og falla, tá at kunna koma aftur til Kristus og merkja hitan í hansara náði og fyrigeving.
Hin syndafríi Jesus er fullkomin, reinur og heilagur. Men vitni hansara snáva tíverri regluliga. Hóast ófullkomin ynskja vit at lyfta navn hansara høgt millum fólkið og siga, at Jesus er verdur at tæna og lovprísa. Vit ófullkomnu eru kallað at umboða og vísa til Kristus, ið okkara og alra vegna er fullkomin.
Kvinnur og menn í Harrans tænastu sáa tað góða orðið. Líknilsið um sáðmannin kann gera okkum vís og glað í tænastuni. Vit skulu sáa Guðs orð, ikki einans okkara egnu hugsan og meiningar. Vit skulu ikki velja út og velja frá. Vit skulu hugagóð sáða Guðs orð allastaðni og millum øll fólkasløg.
“Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp.
Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu.
Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað.
Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst.”
Tað, ið eydnast, er størri enn tað, ið miseydnast! Tað, ið kemur til høldar, er meira enn tað, ið fer til spillis.
Í hvørjum menniskja býr nakað gott, hóast nógv tykist miseydnað og skolað út á saltan sjógv. At bera menniskjum Guðs orð er ongantíð til fánýtis, tí orðið ger altíð sín gerning.
Latum okkum leita eftir tí góða og vakra hjá øðrum menniskjum. Loksins vilja vit ímillum ymiskt órudd finna ta dýrabaru perluna, – finna Jesus í hjørtum teirra.
Latum okkum í treysti sáa Guðs orð og bera teimum smáu børnunum boðskapin um Jesus. Evangeliið um Jesus er tað besta, vit kunnu bera hvør øðrum.
Evangeliska boðanin ber búna frukt í Guðs egna tíma. Amen.
Orðið: “Sáðið er Guðs orð.” (Lukas 8,11).
Jógvan Fríðriksson,
biskupur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo