Fyrrverandi Manchester United-leikarin og núverandi venjarin hjá landsliðnum í Wales, Ryan Giggs, er av løgregluni skuldsettur fyri ógvusligt álop, skrivar Reuters.
Hann skal møta í rættinum 28. apríl fyri at hava gjørt seg inn á tvær kvinnur, ein í 30-árunum og hin í 20-árunum.
Báðar hendingarnar fóru fram í heimi hansara 1. november 2020.
Giggs hevur ikki verið landsliðsvenjari hjá Wales síðani harðskapsmálini gjørdust kend, og sambært fótbóltssambandinum í Wales, so verður sagt, at hann heldur ikki verður við undir EM í summar. Tað uppgávuna fær hjálparvenjarin Robert Page.
British police have been authorized to charge former Manchester United soccer star Ryan Giggs, who is also the current manager of the Wales national team, with two charges of assault, prosecutors said in a statement https://t.co/Pw2h2mVY0Y
— Reuters (@Reuters) April 23, 2021
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo