Frælsi er seinasta og besta vónin hjá heiminum
- Abraham Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er onki óvanligt í at útlendskir miðlar skriva um føroyska grindadrápið, men eftir at eitt ferðamannaskip herfyri bað síni ferðafólk um umbering, eftir at tey høvdu verið nærhendis tá ein grind legði beinini í Sandagerði, eru júst hesi tíðindini borin um allan heimin, eisini í viðurkendum, stórum public service miðlum sum BBC og ABC eins og eisini CNN, Sky og nógvum øðrum miðlum.

Onkur er tó, sum sær tingini øðrvísi.

Tí um nakað, so eru tað føroyingar sum skulu hava eina umbering frá stóru reiðaríunum sum senda síni skip til Føroya. Tað heldur Ross Clark sum í fleiri áratíggju hevur skrivað fyri The Spectator.

Hann tekur nú blaðið frá munninum, og setir sínar landsmenn uppá pláss.

- Føroyska grindadrápið er burðardygt og skulu vit tosa um at verja hval, so er tað ikki í Føroyum vit skulu byrja, sigur hann og nevnir dálking og óljóð frá ferðamannaskipum sum órógva hvalin.

- At vera í andstøðu til føroyskt grindadráp er barnsligar lótir, tí summi halda, at hvalur smílist og hevur kenslur sum menniskju. Sá hvalurin eins innantómur út sum ein hvasskvoysa, so hevði ongin lagt nakað í hann, sigur Ross Clark sum eisini setur spurnartekin við, um hvalurin man vera meira intelligentur enn djórini sum verða etin í øðrum londum.

- Hvat høvdu vit sagt, um ein bussur fullur av føroyingum kom til eitt av okkara sláturhúsum, og fór at mótmæla at vit eta svín, kýr, seyð og høsnarungar?

Les alla klummuna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo