Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Rentumarginalurin (munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna) er øktur munandi í 2023. Hjá privatkundum er miðalrentumarginalurin øktur úr 3,1 prosentstigum til 4,1 prosentstig. Hjá vinnukundum er broytingin frá 3,6 prosetstigum til 5,6 prosentstig.

Evropeiski miðbankin (ECB) hevur hækkað rentuna 10 ferðir síðani juli 2022. Føroysku bankarnir hava økt útlánsrenturnar, so hvørt sum evropeiski miðbankin hevur boðað frá rentuhækkingum. Í februar 2024 var miðal rentan á útlánum í føroysku bankunum 6% til vinnukundar og 5,2% til privatkundar.

Síðan árslok 2022 hava bankarnir eisini hækkað innlánsrentuna, sum var negativ hjá privatkundum frá februar 2020 til áleið árslok 2022, ímeðan vinnukundar byrjaðu at gjalda negativa rentu longu í september 2019, og almennu stovnarnir og  kommunurnar síðani mai 2017.

Miðalrentumarginalurin hjá føroysku peningastovnunum er øktur úr 3,1 prosentstigum hjá privatkundum (húsarhald) í juli 2022, upp í 4,1 prosentstig í februar 2024, sí mynd 1. Rentumunurin hjá vinnukundum (privatar og almennar fyritøkur) var 3,6 prosentstig í juli 2022 og er øktur til 5,6 prosentstig í februar 2024.

Les meira í ársfrágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufesti 2023 her. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo