Í grein á in.fo vil eigarin av Havnar Bio vera við, at Faroe Pride hevur roynt at koma inn í Havnar Bio við einum tiltaki. LGBT Føroyar skipar fyri Faroe Pride, og vit hava ikki verið í sambandi við Havnar Bio um nakað yvirhøvur. Vit hava ongar ætlanir havt um nakað, sum hevur við Havnar Bio at gera, og tí undrar tað okkum, at eigarin av Havnar Bio sigur hetta. Vit hava ongan hug at trokað okkum inn nakranstaðni, har vit ikki eru vælkomin.
Tað einasta, sum LGBT Føroyar hevur gjørt, er at gera eina felags skrá saman við FIMFF yvir alt, sum fer fram 27. juli, og har varð ein sýning hjá filmsfestivalinum FIMFF orðað sum ein Pride sýning. Havnar Bio helt tað verða ov nógv fyri seg at verða nevnt í somu skrá sum Faroe Pride og LGBT Føroyar og hevur tískil slitið samstarvið við FIMFF.
LGBT Føroyar er ikki partur av filmsfestivalinum, og tí harmar tað okkum, at illviljin, sum Havnar Bio hevur mótvegis LGBT Føroyar og okkara søk, skal ganga útyvir tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, fólkini handa FIMFF hava gjørt í áravís. LGBT Føroyar heitir á øll, sum vilja stuðla okkara søk, um at stuðla FIMFF og fara til sýningarnar hjá teimum í Perluni.
LGBT Føroyar
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo