Fróðskaparsetrið: Poul F. Guttesen er settur sum nýggjur útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.
Poul er útbúgvin gudfrøðingur. Hann hevur nomið sær útbúgving í USA og Kanada, og hevur skrivað ph.d. við University of St. Andrews. Poul hevur starvast á Fróðskaparsetrinum síðan á heysti 2008, og varð settur í starv sum lektari á Námsvísindadeildini í 2011.
Høvuðsundirvísingarøkini hjá Poul hava verið lívsáskoðan og siðalæra, vísindaástøði, kristni og átrúnaður.
Granskingin hjá Poul í løtuni snýr seg um trúgv og lívsáskoðanir í almenna rúminum, sum t.d. á skúlum og stovnum.
Poul tekur við starvinum 1. mai 2018.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo