Reiðaríini, sum hava bygt vinnuna upp, ætlar landsstýrismaðurin nú at revsa fyri feilir, sum politiska skipanin sjálv hevur gjørt við vitleysari lóggeving.
Sjálvstýri hevur greiða áskoðan um støðuna við menningarkvotunum og óhepnu avleiðingunum, sum tær nú vísa seg at hava.
Misnýtsla av menningarkvotum
Tað er nógv fyri at síggja, at ávísar fyritøkur hava fingið menningarkvotur fyri einki, men ikki hava gjørt nakað sum helst við tær verkætlanir, sum kvoturnar vóru ætlaðar til. Ístaðin hava hesar fyritøkur selt kvoturnar fyri tíggjutalsmilliónir. Hetta kann ikki góðtakast.
Órættvíst og oyðileggjandi fyri politiska álitið
At skipanin, sum skuldi skapa varandi menning kring landið, nú verður misnýtt av summum fyritøkum til persónligan vinning, er ikki bert órættvíst, men eisini oyðileggjandi fyri álitið á okkara politisku skipan.
Javnbjóðis kapping og rættvísi
Vit í Sjálvstýri hava altíð trúð upp á javnbjóðis kapping og rættvísi. At reiðarí, sum hava bygt vinnuna upp gjøgnum fleiri áratíggju, skulu revsast tí at menningarkvoturnar ikki riggja, er púra órímiligt.
Fyrilit og eftirmeting av skipanum
Tað er altíð neyðugt at meta eftirmeta, um galdandi skipanir hava fyri neyðini at strammast, men hetta má gerast við fyriliti til, at vit ikki leggja órímiligar forðingar fyri tey, sum hava tikið ábyrgd og bygt vinnuna upp.
Sjálvstýri mælir til, at:
-
Ein nágreinilig frágreiðing verður gjørd um allar menningarkvotur, fyri at finna út av, hvussu og hvørt tær hava verið nýttar til tað, tær vóru ætlaðar til.
-
Strammari reglur og treytir verða settar fyri sølu av menningarkvotum, har vit tryggja, at virðið av kvotum ikki enda í lummunum á nøkrum fáum hepnum.
-
Javnbjóðis og rættvís kapping verður tryggjað, uttan at reiðaríini, sum hava mist kvotur, verða revsað fyri feilir, sum politiska skipanin er atvoldin til.
Ábyrgd og menning av fiskivinnuni
Sjálvstýri vil arbeiða fyri, at okkara fiskiríkidømið verður nýtt til at menna og styrkja alt samfelag okkara, heldur enn at verða handlað fyri persónligan vinning. Vit krevja eina skipan har tað ikki stendur hvørjum landsstýrisfólki í fiskivinnumálum frítt at útluta kvotur sum tað passar teimum best. Og vit krevja rímiligar, støðugar og virðiligar treytir til okkara høvðusvinnur.
Sámal Petur í Grund
Formaður í Sjálvstýri
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo