Onkur kann svala sær á í skugganum í dag, tí onkur annar plantaði eitt træ fyri langari tíð síðani
- Warren Buffett

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Eitt tríára PhD-starv innan havlívfrøði er leyst at søkja á Havstovuni. PhD-starvið er partur av verkætlanini PHYTO-TRAITS (Morphological and nutritional traits of phytoplankton blooms in the Faroe Islands, Greenland and Ocean-Shelf systems of the North Atlantic), sum er fíggjað av Granskingarráðnum. Verkætlanin er ein altjóða samstarvsverkætlan millum fleiri norðurlendskar granskingarstovnar: FirumFróðskaparsetur FøroyaGrønlands NaturinstitutDTU-AquaForskningsinstituttet for vann og miljø, og Finlands miljöcentral.

Tann, ið verður settur í starv, verður innskrivaður til PhD-lestur á Fróðskaparsetri Føroya og fer at samstarva við starvsfelagar úr ymiskum luttakandi londum.

Starvið verður sett frá 1. oktobur 2024 ella seinni.

Samandráttur av verkætlanini
Endamálið við PHYTO-TRAITS PhD-starvinum er at skilja broytingar og havfrøðiligar stýringar av føðsluevnunum hjá plantuplankton í Norðuratlantshavi. Plantuplankton-samfeløg og havfrøðilig viðurskifti broytast alsamt vegna veðurlagsupphiting og havsúrgan, men árinini á føðsluevnini, sum stýra plantuplankton-føðiketum, eru ógreið. Við nýggjum tvørfakligum tilgongdum miðar verkætlanin ímóti at lýsa tíðar- og økisvariatiónina av vistfrøðiligu føðsluevnunum hjá plantuplankton í føroyskum, grønlendskum og norðuratlantiskum havvistskipanum, og tengja hesar til trofiskar samvirkanir og stórskala havfrøðilig fyribrigdi.

Høvuðsendamálini við verkætlanini eru:

  • Nýta verandi tíðarseriur frá føroyskum og grønlendskum kanningum til at finna føðsluevnini hjá plantuplankton og samanbera við vistfrøðina hjá djóraplankton.

  • Kortleggja “bassin-scale” variatiónina av morfologisku føðsluevnunum hjá plantuplankton í Norðuratlantshavi við nýtslu av einum sjálvvirkandi sýnistøkuplatformi og háupploysiligari myndatøkni.

  • Finna nýggjar eygleiðingarhættir, sum eru grundaðir á lipid-vistfrøði og føðsluevni til at knýta føðsluevnini hjá plantuplankton til onnur samfeløg, stýringar av umhvørvinum og vistfrøðina hjá djóraplankton.

Tann, ið settur verður, fer at royna ymiskar arbeiðshættir og tilgongdir, eitt nú í almennari havlívfrøði, plantuplankton-taksonomi, næsta ættarliðs sekvensering, hágjøgnumførdum myndatilgongdum, organiskari lívfrøði og hagtalsgreining av stórum dátusettum. Eftir lokna verkætlan hevur starvssetti ognað sær eitt breitt úrval av førleikum, eitt nú virðismiklar royndir á sjónum. Tann PhD-lesandi fær møguleika at standa á odda fyri fleiri fyrstahøvundaútgávum, vera við á altjóða ráðstevnum, luttaka í norðurlendskum arbeiðsbólkum og skapa eitt breitt altjóða netverk. Hesar royndir geva grundarlag fyri eini væleydnaðari yrkisleið innan akademiska heimin ella vinnuna.

Hvørjum leita vit eftir?
Vit leita eftir einum umsøkjara, ið er væl skipaður, sum dámar avbjóðingina at tvinna saman tvørfaklig dátusett. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir og áhuga í vistfrøði á lágum trofiskum stigi í havvistskipanum. Aðrir førleikar, sum vit sóknast eftir, eru:

  • góðir teldu- og numeriskir førleikar, royndir við framkomnari dátugreining, herundir hagfrøðilig amboð og forritanarmál

  • royndir við plantuplankton-taksonomi er ein fyrimunur

  • royndir við mýlskari lívfrøði og royndir við arbeiði á rannsóknarstovu

  • góðan kunnleika til enskt mál, bæði í skrift og talu

  • góð samstarvsevnir og sosialar førleikar

Vit bjóða
Havstovan og samstarvsfelagarnir eru leiðandi stovnar innan vistfrøði á lágum trofiskum stigi, havrannsóknir, “metabarcoding” av plantuplanktonsamfeløgum og havlívfrøði. Tey eru viðurkend fyri sína dygd í gransking, útbúgving, nýskapan og vísindaligu ráðgeving. Vit bjóða eitt gevandi og avbjóðandi starv í altjóða umhvørvi.

Umsøkjarin fær høvuðsstarvsstað á Havstovuni, við fíggjaðum granskingaruppihaldum í Danmark, Grønlandi og Finnlandi. Tað verður viðmælt og væntað, at umsøkjarin luttekur á altjóða fundum og ráðstevnum. Vit miðja eftir akademiskari góðsku í einum umhvørvi, sum er merkt av sínámillum virðing og akademiskum frælsi merkt av ábyrgd.

Góðkenning og innskriving
Fyri at verða skikkaður til PhD-starvið má umsøkjarin hava eina útbúgving, sum er samsvarandi einari føroyskari/danskari master útbúgving (180 ECTS/3 FTE BSc + 120 ECTS/2 FTE MSc). Master útbúgvingin eigur at vera innan sama evni, sum verkætlanin.

Umsøkjarin verður innskrivaður til PhD-lesnað á Fróðskaparsetri Føroya. Høvuðsvegleiðari er Dr. Ian Salter (Havstovan) og hjálparvegleiðarar eru Dr. Anni Djurhuus (Fróðskaparsetur Føroya) og Dr. Ása Jacobsen (FIRUM). Hini í PhD-nevndini eru Dr. Thomas Juul Pedersen (Grønlands Naturinstitut), Dr. Sigrun Jonasdottir (DTU-Aqua) og Dr. Sirpa Lehitnen (Finlands miljöcentral).

Løn og starvssetan
Starvssetanin verður eftir avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya (íroknað eftirløn) galdandi fyri PhD-lesnað. Starvið er fulla tíð í í mesta lagi trý ár.

Starvsbyrjan verður avtalað sínámillum við setta umsøkjaran. Ynskiligt er at viðkomandi byrjar á heysti 2024. Tað verður væntað, at umsøkjarin hevur bústað í Føroyum í starvstíðini.

Ábyrgd og uppgávur hjá umsøkjara í PhD-verkætlanini

  • Gera óhefta gransking við vegleiðing og í samstarvi við verkætlanarluttakararnar

  • Fullfíggja PhD-skeið svarandi til umleið 30 ECTS / ½ FTE

  • Luttaka í aktivum granskingarumhvørvi, íroknað arbeiðisvitjanir í Grønlandi og í Danmark

  • Undirvísa og útbreiða vitan

  • Skriva vísindaligar greinir ætlaðar høgt virdum vísindaligum tíðarritum

  • Skriva og verja eina PhD-ritgerð, sum er bygd á arbeiði í verkætlanini

Umsókn
Umsóknir verða at senda elektroniskt í seinasta lagi tann 1. septembur 2024 kl 12:00 (føroyska tíð).

Umsóknir skulu sendast til ians@hav.fo.

Umsóknir skulu sendast sum ein samlað PDF-fíla, sum inniheldur alt tilfar, sum støða skal takast til. Fílan má innihalda:

  • Eitt grundgevandi skriv (cover letter)

  • Curriculum vitae

  • Útskriftir av BSc/MSc próvtølum og próvbrøvum

  • Viðmælisskriv

Til ber at søkja starvið áðrenn endaðan master lesnað, men einans í serligum førum loyvir Fróðskaparsetur Føroya at innskriving kann fara fram áðrenn master próvbræv er góðkent.

Allir áhugaðir umsøkjarar verða eggjaðir til at søkja uttan mun til aldur, kyn, fólkaslag, avlamni, átrúna ella etniska bakgrund.

Meira kunning fæst við at venda sær til Dr. Ian Salter, granskari á Havstovuni og leiðari av PHYTO-TRAITS verkætlanini:

Ian Salter
Havevnafrøðingur – Umhvørvi, Ph.D.
ians@hav.fo/+298 25 24 72
Vangi í PURE / Greinar / CV

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo