Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: – Dómaraeygleiðingin er ein stórur partur av at menna dómararnar, og tað er einki at ivast í, at teir, sum hava eygleitt okkum seinastu árini, hava gjørt eitt stórt arbeiði. Teir hava eisini dugað væl at skúla okkum til uppgávurnar, sigur Petur Reinert við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Farna sunnudag var prógvhandan í FSF-húsinum, har seks fyrrverandi og núverandi dómarar og hjálpardómarar fingu prógv sum Dómaraeygleiðarar.

Á skeiðnum hevur verið undirvíst í Eygleiðing, Samtaluteknikki, Støðumetan, Teori og Video. Undirvísarar vóru Lassin Isaksen og Niklas á Líðarenda.

Tey seks, ið fingu Dómaraeygleiðaraprógv hesaferð, vóru Oda W. Andreasen, Rói Jacobsen, Lars Muller, Kristian Sofus Petersen, Petur Reinert og Elsa Henrysdóttir av Reyni.

– Eg havi ikki tikið endaliga avgerð enn, um eg haldi fram við at døma, ella um eg framyvir bara skal eygleiða. Hugurin er til bæði, so er bara spurningurin, um eg kann brúkast til nakað av hesum longur, sigur Petur við einum skálkabrosi.

Síðan 1996 hevur Petur Reinert dømt 350 dystir í fremstu deildini, umframt at hann eisini hevur verið hjálpardómari og 4. dómari í næstan trýhundrað dystum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo