Nú støðan við koronu er so nógv versnað, hevur nevndin í Vága Pensjónistafelag valt at binda um heilan fingur og útseta limatiltakið hjá felagnum, sum skuldi vera í skúlanum á Giljanesi týskvøldið, 26. oktober.
- Støðan her vesturi í Vágum við korona er ikki so vánalig sum aðrastaðnis, men eftir at hava verið í samband við koronaráðgevingina varð kortini hildið, at tað var rættast fyribils at útseta tiltøk, sum ikki eru alneyðug, sigur Erhard Jacobsen, formaður í felagnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo