Føroya Pedagogfelag heitir staðiliga á tykkum um ikki at lóggeva í stríðnum millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Eitt framkomið demokratiskt samfelag eigur ikki at taka fríu sáttmálasamráðingarnar frá fakfeløgum við lóg
Vit heita á Fíggjarmálaráðið um at taka veruligar fríar samráðingar upp og ikki misnýta sína valdsstøðu.
Um Landsstýrið og Løgtingið hóast hesa áheitan velja at lóggeva, skulu vit boða frá, at vit ikki longur kenna okkum bundin av avtaluni frá 1. februar 2014 um fráboðanarform og fráboðanarfreist.
Nevndin í Føroya Pedagogfelag
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo