Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Thor í Hósvík hevði 2,6 mió kr í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við 1,8 mió kr í halli árið fyri. Tá er talan um móðirfelagið, men verður hugt eftir konsernini var úrslitið 34,7 mió kr sum skal samanberast við 12,1 mió kr árið frammanundan.

Tað framgongur, at laka úrslitið í 2020 hevði samband við minkandi eftirspurning eftir olju vegna korona, men tann støðan er broytt nú, og leiðslan hevur góðar vónir um framtíðina, og er nøgd við avtalurnar, sum skipini hava. Tó er eitt skar í gleðini, og tað sæst í viðmerkingini hjá grannskoðaranum um "týðandi óvissu um framhaldandi rakstur".

"Sum tað framgongur er tætt samstarv við ein av kundunum. Hesin kundin upplýsir í ársfrásøgnini fyri 2021, at tað ein ávísur vandi fyri, at felagið ikki megnar at skapa nóg mikið av gjaldføri til at gjalda skuld so hvørt sum hon fellur í 2022, og samstundis lúka onnur krøv í høvuðslániavtaluni. Okkara niðurstøða er ikki tillagað orsakað av hesum", sigur grannskoðarin.

Thor hevur eina langa røð av atknýttum feløgum, eitt nú O.C. Joensen, Thor Fisheries, Ran eins og øll frálandaskipini. Úrslitið frá kapitalpørtum var 6,4 mió kr.

Fíggjarstøðan hjá móðirfelagnum javnvigar við 274 mió kr og eginognin er 151 mió kr. Hjá konsernini javnvigar fíggjarstøðan við 732 mió kr, harav eginognin er 205 mió kr.

Hans Andrias Kelduberg er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo