Tað var battaríið í eini pannulykt sum var orsøkin til eldin í Sørvági gjáranáttina. Tað sigur Michael Gram, brunaserfrøðingur hjá løgregluni, við VP
Pannulyktin hevði ligið í einum kampingvogni, og hon var tikin inn at løða og er tað helst orsøkin til at eldurin kyknaði, sigur Michael Gram.
Pannulyktin hevði eitt litium-ion battarí, eitt sonevnt pirat-battarí, og hesi battaríini tola ikki kulda.
Eldurin elvdi til materiellan skaða men ikki fólkaskaða.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo