Palli hjá Mariannu hevði 101 millión krónur í yvirskoti eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við smáar 68 mió kr árið fyri, og er besta ár í søguni hjá felagnum. Bara 2019 tangeraði úrslitið í fjør, tá 99,5 mió kr lógu eftir til eigararnar.
Palli hjá Mariannu er móðirfelag hjá millum annað Christian í Grótinum, Norðborg og øðrum feløgum hjá Rasmussen monnunum í Klaksvík.
Sagt verður í ársfrágreiðingini, at ein orsøk til góðu gongdina er, at lodnan varð seld fyri søguliga høgan prís. Kvotan var 1600 tons í mun til onga kvotu í 2020. Eisini veiðivirði á sild var hægri. So skal tað eisini havast í huga, at Norðborg í 2020 hevði maskinskaða, og tí bert fiskaði umleið 2000 tons av makreli.
Hægri veiðuvirði sást eisini aftur í manningarpørtunum, sum vuksu við smáum 21 mió kr hjá Norðborg og Christian í Grótinum í fjør.
Felagið rindaði smáar 56 mió kr í tilfeingisgjaldi í fjør.
Fíggjarstøðan javnvigar við eini lítlari milliard, harav er eginpeningurin 811 mió kr.
Jan Petersen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo