Bjarni Djurholm á Facebook: Óskiljandi, at HUXA skal søkka so djúpt í søguloysi, at ungmannafelagið skal renna aftaná Tjóðveldi, sosialistum og øðrum opportunistum í spurninginum um komandi radaran.
Var nakað fantilsi á, so átti HUXA at virt yvirtøkulógina, sum Løgtingið samtykti í 2005, sum greitt setir karmarnar fyri ábyrgdarbýtið viðv. m.a. verjumálum, sum merkir, at skulu verjumál á føroyskar hendur, so er at yvirtaka allan suverenitetin, sum kostar 800-900 mio um árið.
Minsta man kann forvænta av skilagóðum fólki er, at tey virða gjørdar avtalur og viðtiknar lógir.
At m.a. Tjóðveldi ikki ger tað, er einki nýtt. Tey liva altíð í síni paralellverð og í síni offurrollu.
Tjóðveldi, tjóðveldið í Framsókn og sosialistar eiga ikki at diktera hugsjónirnar í ungmannafelag Fólkafloksins.
Tað burdi HUXA verið ov gott til.
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo