Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SPROTIN: Korona tvingaði O&T at steðga, men nú byrjar alt aftur mikukvøldið 25. januar klokkan 20.00.

Solby Christiansdóttir hevur tikið við eftir Sjúrð Ravnfjall og fer at skipa kvøldini.

Sum altíð eru nýggjar føroyskar útgávur á skránni.

Lagt verður fyri við Sigri M. Gaïni, sum hevur skrivað greinir um lívsins stóru spurningar – til dømis: hvat er tað góða lívið, eru universel rættindi til, og hvat er eitt frælst menniskja.
Uni Holm Johannesen prátar við Sigri M. Gaïni.

Síðan fer prátið at snúgva seg um yrkingasavnið Oyðilendi eftir Svannu Jákupsdóttur. Savnið snýr seg um at vera nær einum menniskja, sum spakuliga forferst og hvørvur. Tað viðger kenslur og tankar, ið fylgja við, tá ið ein av okkara nærmastu, alt ov ung, gerst ólekjandi minnisveik. Millum annað hetta fer Svanna Jákupsdóttir at tosa um í samrøðu við Lív Mikkelsen.

Tónleikin gevur Guðrið Hansdóttir okkum. Hon tekur løg úr nýggju útgávuni Gult myrkur. So gleð teg!

Kom til eitt gott bókaprát og fjálgar tónar á Reinsarínum mikukvøldið 25. januar kl. 20.00, Har verða nakrir av lívsins stóru spurningum viðgjørdir, spurningar, sum nema okkum øll.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo