Vága prestagjald: Sunnudagin 27. okt. verður ljós varpað á orðið: Liturgi.
Tiltakið verðir í Sørvágs kirkju kl. 16.
Tvær framløgur verða við Marjun í Kálvalíð og Ingu Poulsen Dam.
Kirkjuorð goyma yvirhøvur drúgva søgu, teologi, siðvenju, lívsroyndir. Og ofta eru tey ikki bara orð, sum ljóða í kirkjuni, tey nema eisini við gerandislívið uttan fyri kirkjurúmið. Tá kristnilív og fólkalív geva afturljóð í kirkjuorðum, býr eitt yvirskot undir av heimligum tryggleika og kendum innihaldi.
Drekkamunnur verður aftaná í Kirkjuhúsinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo