Á hvørjum ári verður eitt átak, sum á einhvønn hátt kann metast sum eitt serliga gott átak, og sum gagnar borgarum, sum fáa tænastu frá Heilsu- og umsorganartænastuni, heiðrað sum ársins átak.
Ein dómsnevnd velur millum innkomnu uppskotini, og í ár hevur dómsnevndini valt átakið hjá fysioterapitoyminum Opengym sum ársins átak.
Undir vælumtøktu venjingini í morgun, handaði Eyðfríð L. Jacobsen, Heilsu- og umsorganarstjóri, leiðaranum fyri fysiterapeuttoymið, Jákup Petur Eliassen, skreytblað og gávu.
Dómsnevndin sigur í grundgeving sínari, at fysioterapeuttoymið ársins átak fær heiðurin fyri at hava tikið stig til Open GYM.
Open GYM er nýhugsað venjingartilboð í Heilsu- og umsorganartænastuni til heimabúgvandi fólkapensjónistar. Endamálið við hesum venjingunum, sum fara fram á venjingarmiðstøð, er við vegleiðing frá fysioterapeutum hjá Heilsu- og umsorganartænastuni at viðlíkahalda og endurvinna mest møguliga rørslu og virkni, og haraftrat betra um lívsdygdina og at fyribyrgja sjúkum.
Tað verður mælt til at venja fjølbroytt, bæði konditón og styrki, og tað eru góðir møguleikar til hetta við Open GYM, tí úrvalið av venjingartólum er stórt. Umleið 40-50 fólk møta til hvørja venjing.
Royndirnar við Open GYM hava verið avbera góðar, har heilsustøðan hjá brúkarunum batnar munandi. Sosiali parturin í sambandi við venjingarnar skal heldur ikki undirmetast.
Open GYM hevur harumframt slóðað fyri, at tað er vanligt fyri fólkapensjónistar at venja á venjingarmiðstøðum lið um lið við tey yngru. Open GYM stuðlar eisini undir, at borgarar kunnu taka ábyrgd av egnari heilsu, og henda hátt kunnu vera virkin og vakin – alt lívið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo