Íverksetarahúsið: Ársins Íverksetaradagur er árliga tiltakið hjá Íverksetarahúsinum, sum heiðrar íverksetarar og íverksetan.
Í tí sambandi verður ársins íverkseti funnin og fær eina heiðursløn, Granan.
Ein av áhugaverdu fyrilestrunum á Ársins Íverksetaradegi 2023 verður við Ólavi Gregersen, ið er stjóri í Ocean Rainforest og ein av stovnarunum.
Ocean Rainforest er eitt føroyskt felag, sum arbeiðir við taraaling og hevur nógvar spennandi ætlanir fyri framman, herímillum at byggja eitt nýtt virki í Gøtu. Hesum og ymiskum øðrum, fer Ólavur at greiða nærri frá.
Tiltakið verður fríggjadagin 20. oktobur 2023 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði frá kl. 13.00 til 15.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum er ókeypis.
Tó er neyðugt at tekna seg.
Les meira og melda til tiltakið her:
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo