Fiskamarknaðurin: Tvey línuskip og trý minni línuskip eru til fiskarí. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu. Tey minnu koma at landa fyrst og mitt í vikuni. Øll frystilínuskipini eru til fiskarí.
Streymurin er góður til útróðrar alla vikuna. Veðrið verður ikki av tí besta, so útlitini fyri útróðri eru ikki av teimum bestu, men vit gita at tað allíkavæl verður nakað av útróðri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.
Annar djúpvatnstrolarin fiskar kongafisk og landar væntandi síðst í vikuni. Hin liggur við bryggju.
Fimm pør av trolarum eru til fiskarí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo