Vága kommuna: Vága kommuna hevur avgjørt at seta Tórhall Johansen í starv, sum tekniskur leiðari hjá kommununi.
Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við projekt- og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi- og anleggsarbeiðum.
Tórhallur tekur ætlandi við starvinum 1. apríl.
9 umsóknir vóru til starvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo