Eysturskot, Leirvík: Hóast keðiligt veður, so møtti heilt fitt av fólki upp úti á Vík í Leirvík í gjár tá nýggja skjótibreytin hjá Eysturskot var alment tikin í brúk.
Borgarstjórin Jóhan Christiansen skjeyt eftir fyrstu leirdúgvunum sum hann eisini rakti so meistarliga.
Øll royndu seg og hugnaðu sær óført við skjótingini.
Ætlanin er at fáa gongd á skjótingina sum skjótast, men tað er okkurt smávegis sum skal gerast á breytini áðrenn.
Annars sær tað gott og lovandi út hjá felagnum og sjálvandi eru øll vælkomin at royna seg. Felagið hevur nakrar royndar skjúttar sum eru klárir at hjálpa øllum á veg, millum aðrar kann nevnast Alex Johannesen sum setti oyggjaleikamet í leirdúgvuskjótingina á Gibraltar seinastu oyggjaleikir.
Ein av fyrstu døgunum vera fastar venjingartíðir ásettar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo