Í alt eru 13 tilburðir í bókini. Alt frá bjarging av ungfólki í bili á havsins botni til bragd framt í tyrlu undir bjarging. Søgurnar eru úr Vágum, Suðuroynni, Norðoyggjum, Eysturoynni og Streymoynni.
Lesið millum annað um manning av Strondum, sum í heilar 27 tímar, í ringasta veðri í bjargingarbáti róku í Norðsjónum.
Um miðving, sum framdi eitt satt bragd í tyrluni, tá teir skuldu bjarga neyðstøddum manni.
Maður, sum í evstu løtu bjargaði smádreingi undan at drukna.
Familja, sum fekk skriðulop yvir húsini, har børn og kona vóru í størsta lívsvanda.
Um skiparan á Vesturvón, sum upplivdi, at bjargingartyrlan datt í havið, tá hon skuldi koma efir sjúkum manni.
Bókin er 141 blaðsíður. Við nógvum myndum og tekning av sjálvari hendingini, livir lesarin seg inn í søguna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo