Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggj bók er komin í røðini Studies in Germanic Linguistics, ið Benjamins gevur út.

Talan er um greinar, ið viðgera variatión í íslendskari og føroyskari syntaks.

Bókin er úrslit av samstarvi ímillum teir føroysku málfrøðingarnar H. P. Petersen og Z. S. Hansen, tann íslendska málfrøðingin Høskuld Thráinsson og tann skotska málfrøðingin Caroline Heycock.

Ein grein er um hvørjumfalsávirki í føroyskum; skrivað hevur H. P. Petersen, og har verður víst, at hetta ávirkið er dvínandi.

Annars eru aðrar greinar eisini um føroyskt.

C. Heycock og J. Hartmann skriva um samsvarsbending, og H. Thráinsson og Th. Eythórsson koma inn á fallnýtslu í føroyskum eins væl og í íslendskum - fyri nú bara at nevna nakrar greinar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo