Norski útflutningurin til Russlands í mai og juni var á einum nærum vanligum støði fyri árstíðina, hóast sanksjónirnar móti Russlandi, skrivar E24.no.
Sambært nýggjari rapport er Noreg tað land av norðurlondum sum hevur varðveitt mest av sínum handli við Russland.
Samtíðis hevur einki annað av teimum 16 evropeisku londunum í kanningini hvønn ársfjórðing økt útflutningin til Russland líka nógv sum Noreg eftir innrásina, vísa tølini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo