Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar Kommuna: Í gjár var hátíðarhald á Lágargarði í sambandi við, at ikki færri enn 22 starvsfólk høvdu 10 til 30 ára starvsdagar, og at onkur teirra fór úr starvi vegna aldur. Annika Olsen, borgarstjóri, helst stutta røðu fyri starvsfólkunum og segði m.a.:

- Tá so mong starvsfólk á sama stovni hava starvast saman í so mong ár - summi heilt upp í 30 ár, og nøkur so leingi, at tey fella fyri aldursmarkinum - so er tað antin tí, at talan er um ein einastandandi góðan stovn at arbeiða á, ella tí at starvsfólkini hava samst og samstarvað heilt ómetaliga væl. Helst er tað bæði.

- Tit eru allar samlar ímyndin av einum góðum toymi, og tit munnu eiga tykkara stóra lut í, at stovnurin hevur so gott orð á sær millum havnarfólk og føroyingar.

- 25 ár - tað er silvurbrúdleyp, og tá hevur mann livað leingi saman. Og summar tykkara hava livað og starvast saman longri enn tað. Og tó eru tit so ymiskar, hvør á sínum øki.

- Tit umboða allan starvshópin her í húsinum: hjálparfólk, køkshjálparar, sjúkrahjálparar, heilsuhjálparar, reingerðarfólk, námsfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar og deildarleiðarar.

- Tað er nógv broytt innan eldrarøkt seinastu árini. Og tit hava fylgt við og lagað tykkum til broyttar umstøður allan vegin. Í dag verða t.d. allar tænastur og øll tilboð til aldrandi borgarar savnað í nýggjum stovni við heitinum Heilsu- og umsorganartænastan, bæði til teirra, ið hava tørv á føstum búplássi, og til teirra, sum hava tørv á heimahjálp og heilsufremjandi tilboðum.

- Telja vit øll við, so eru tað mong túsundtals fólk, sum hava havt tilknýti til Lágargarð gjøgnum árini.

- Lágargarður er eitt livandi og opið heim. Leiðslan staðfestir, at dentur verður lagdur á, at Lágargarður er heimið hjá bú- ella húsfólkunum, har gerandisdagurin er merktur av tryggum og heimligum umhvørvi, og har starvsfólkið við sínum fakliga førleika veitir dygdargóða røkt og umsorgan, stimbrar til eginumsorgan og stuðlar undir einum virknum gerandisdegi, mett frá støðu og lívssøgu hins einstaka.

- Tað er altíð ein avbjóðing fyri eina kommunu at skapa røttu karmarnar til eldru borgararnar. Tað er tó við gleði vit síggja, hvussu væl hesin stovnurin virkar og hvussu væl hond verður tikin um bæði búfólk og starvsfólk. Og eg gleðist eisini yvir, at eldraøkið hevur fingið eitt lyft á fíggjarætlanini fyri komandi ár, soleiðis at tykkara arbeiðsøki áhaldandi kann mennast.

- Mín stóra vón er, at vit eisini í framtíðini skulu megna at veita øllum borgarum tann tryggleika, sum liggur í slíkum heimum sum hesum, har umsorgan og kærleiki tryggja, at hond verður tikin um okkum øll okkara lívskvøld.

- Eg fari at ynskja tykkum øllum hjartaliga tillukku við starvsdøgunum og vegna kommununa at takka tykkum fyri trúfasta tænastu hesi mongu árini. Eg vil eisini at nýta høvi til at ynskja tykkum eini góð og hugnalig jól og eitt vælsignað nýggjár, segði Annika Olsen at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo