Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Runavíkar havn: Í ár vitja 21 ferðamannaskip Runavíkar havn. Flestu skipini koma inn á Kongshavn á Skálafjørðinum, meðan seks koma til Elduvíkar og Funnings. Nøkur skip vitja bæði smáu bygdirnar norðanfyri og Kongshavn. Umborð á skipunum eru millum 100 og 2500 ferðafólk umframt manning, sum telur millum 75 og 1000.

Fyrsta ferðamannaskipið, sum vitjar í Føroyum í ár, kemur inn á Kongshavn týsdagin 19. mars, men størsti parturin av skipunum koma í summar og tíðliga í heyst. Fyrireikingarnar eru longu byrjaðar, og cruisetoymið, sum er samansett av nógvum lokalum kreftum, ger seg í løtuni til reiðar at taka ímóti Ambition, sum er fyrsta skipið í ár.

Aftur í ár eru nøkur ferðamannaskip, ið hava bílagt bryggjupláss í tveir fylgjandi dagar. Hetta gevur gestunum betri stundir at uppliva vøkru náttúruna í økinum og at síggja vitjanarverd støð í Eysturoynni og aðrastaðni í Føroyum.

Elduvík og Funningur eru sokallaði ekspeditiónsferðamál. Í smáu bygdunum liggja ekspeditiónsskipini, sum ikki hava so nógv ferðafólk umborð, fyri akker, meðan ferðafólkini koma í land við skjóttgangandi gummibátum. Móttøkurnar í Elduvík og Funningi hava eydnast sera væl, og ætlanin er, sum frálíður, at taka ímóti smáum ferðamannaskipum í øðrum bygdum í kommununi eisini. 

Fyrireikandi fundir, har bygdafólkið, lokalir veitarar, Runavíkar havn og Visit Runavík í felag leggja vitjanirnar til rættis, verða hildnir í vikuni. Partarnir hava í felag ment ein burðardyggan leist til reiðarí, ið varða av smáum ferðamannaskipum.

Í apríl mánaða luttekur Runavíkar havn, saman við øðrum føroyskum veitarum, á heimsins størstu ferðaskipastevnu í Florida. Reiðaríini í cruise-vinnuni leggja ferðirnar til rættis 2-3 ár fram í tíðina, so longu nú eru fleiri enn 20 bíleggingar komnar fyri 2025 og 2026, so líkt er til, at talið av cruise-vitjanum fer at økjast komandi árini.

Dagført yvirlit yvir vitjanir sæst á cruise-kalendaranum á heimasíðuni hjá Runavíkar havn - https://portofrunavik.com/cruise-calls

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo