Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Nema, sum millum annað kappast við almenna Føroya Tele um telefoni í Føroyum, hevði 7,6 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 5,3 mió kr í 2023 men hyggja vit aftur til 2022 var vinningurin 11 mió kr.

Verður hugt at einstøku postunum sæst, at bruttovinningurin hækkaði við áleið trimum mió kr, men starvsfólkakostnaðir hækkaðu við tveimum mió kr og fíggjarligu útreiðslurnar vóru 3,5 mió kr, ein millión krónur meira enn árið frammanundan.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 82,5 mió kr og eginognin var 9 mió kr.

Um inniverandi ár verður sagt, at úrslitið helst verður verri, tí gamla farnetið skal avskrivast og tað nýggja hevur fleiri útreiðslur við sær.

Í miðal 65 fólk starvaðust fulla tíð hjá Nema í fjør, ein færri enn árið fyri. 

Gudny Langgaard er stjóri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo