Fiskamarknaðurin: Eitt stórt og tvey smærri línuskip eru á Føroya Banka. Øll landa í vikuni. Eitt er á Íslandsrygginum og kemur nokk eisini at landa í vikuni. Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av svartkalva. Fýra frystilínuskip eru á Føroya grunninum. Trý eru á Flemish Kap.
Streymurin verður hampuligur til útróður, og veðrið sær út til at blíva gott, so roknað verður við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt.
Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiðu og kemur at landa fyrst í vikuni. Hann er í bretskum sjógvi. Hin liggur við bryggju.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo