Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi

Spurningar:
1. Nær ber til at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi?

Viðmerkingar:
Tað hevur verið eitt brennandi ynski í áravís at fáa dialysuviðgerð í Suðuroynni. Nógvar royndir eru gjørdar, men tíverri hava heilsumyndugleikarnir í miðstaðarøkinum valt ikki at raðfesta hesar ætlanir.

Dialysusjúklingar, ið hava verið búsitandi í Suðuroynni, hava tískil, skuldu teir fáa viðgerð, verið noyddir av oynni tríggjar ferðir um vikuna, í øllum veðri, norður á Landssjúkrahúsið.

Tað er óskiljandi, at viljin ikki hevur verið til staðar at geva hesum heilsubótina á staðnum, tá tað er øllum kunnugt, hvussu sjúk tey kunnu vera, og hvussu strævin túrurin til Havnar er hjá teimum.

Nøkur hava longu valt at flyta av oynni, frá hús og heimi, tí tey ikki orkaðu meira.

Fyri at koma hesum sorgarleiki til lívs hevur politiska skipanin, av sínum eintingum, oyramerkt pening á fíggjarlógini til dialysutól og rakstur. Útgerðin er sett upp á Suðuroyar sjúkrahúsi og er klár at seta í gongd 18. september í ár.

Tí er sera umráðandi, at viðgerðin ikki verður forhálað longur. Okur mugu fáa at vita, júst nær dialysusjúklingar, búsitandi í Suðuroynni, kunnu vænta at fáa dialysuviðgerð á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Á Løgtingi, 13. September 2023
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo