Tórshavnar kommuna: Byggingin av nýggja musikkskúlanum gongur væl og er nú komin so langt, at allur bygningurin stendur reistur.
Reisigildi verður fyri innbodnum mikudagin 6. juni 2018 kl. 13.
Musikkskúlin verður bygdur í umhvørvinum við Landavegin við m.ø. Skúlanum á Fløtum og Glasir sum grannum.
Umframt at hýsa tónleikaundirvísing er talan eisini um konsertstað við orkesturhøll, ið rúmar einum 350 áhoyrarum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo