Partafelagið Mowi Faroes við heimstaði á Strondum hevði stívliga 65 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Tað sakl samanberast við 66,6 mió kr árið fyri, og í miðal 51,5 mió kr um árið seinastu 18 árini. Mowi rindaði 14,4 mió kr í partafelagsskatti og 52, 6 mió kr í lønum til tey 77 starvsfólkini
Sagt verður í ársfrágreiðingini, at um helmingurin av søluni hjá felagnum var til Russlands, men tað verður ikki mett sum nakar trupulleiki at avseta vøruna til aðrar marknaðir fyri lønsamar prísir.
Fíggjarstøðan hjá Mowi Faroes javnvigaði við 777 mió kr, eginognin er 502 mió kr.
Mowi Faroes Pf er dóttirfelag hjá norska felagnum Mowi ASA, og norsku eigararnir tóku 186 milliónir krónur í vinningsbýti í fjør.
Hans Jákup Mikkelsen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo