- Og eru ikki sørt stolt at vera fyrsta fyritøkan, sum veitir eina slíka loysn. Okkara vón er tí at Grønarók gongur undan innan grøna økið fyri smærri og størri skip, segði Mouritz Mohr millum annað tá ið hann handaði Bakkafrost nýggju elriknu tvíkiljuna.
SÍ MYNDIR HER (Myndir: Ólavur Frederiksen)
Niðanfyri er røðan hjá Mouritz Mohr:
Gott at síggja so nógv kend andlit her í dag. Ikki sørt hátíðardámur við luttøku av landsins hægstu embætum og ikki minst við umboðum frá fremstu fyritøkuni í Føroyum, Bakkafrost.
Vit vóru ikki sørt errin tá vit vunnu kappingina um at byggja Føroya fyrstu elriknu tvíkilju. Her er talan um eina tvikilju, sum er 100% elrikin og er hetta nýbrot í føroyskum skipasmíði.
Tá tú gongur nýggjar leiðir og velur at brótu upp úr nýggjum møtir tú mangan avbjóðingum tí hetta er jú ikki roynt áður. Hesum vistu vit av og høvdu roknað við ávísum avbjóðingum.
Nú fyrsta eldrivna føroyska tvíkiljan liggur her – kunnu vit staðfesta at avbjóðingarnar vóru nakað størri enn vit upprunaliga høvdu ímyndað okkum.
Høvuðsorsøkin var Korona og avleiðingarnar fyri veitingum í tí sambandinum. Her verður serliga hugsað um veitingar av lyklakomponentunum til battaríini.
Battaríini eru eyðsæð ein sera avgerandi lutur í eini eldrivnari tvíkilju. Í hesi tvíkiljuni, sum hevur tørv á at fara út á morni og arbeiða allan dagin við aliringarnar úti á Gulanum eru ávís krøv til máttin í battaríunum. Tessvegna fylla hesi battaríini sera nógv og viga meiri enn 6 tons og fylla tvey stór rúm.
Í fyrstuni var veitingin frá kanadiska veitaranum seinkað vegna tess, at teir ikki fingu fatur á nóg nógvum kyknum til battaríini. Framleiðslan í heiminum var stutt og greitt ov lítil tá.
Tá battaríini loksins komu til Føroyar so manglaðu tey kápulskógvar, sum eru serlig stikk til at seta káplarnar á. Hesum var so neyðugt at bíða eftir enn einaferð tí framleiðslan av hesum var seinkað vegna Korona.
Meðan vit mánaðir seinni seta hesi vælsignaðu kápulbakkarnar í – koma boð frá Corvus veitaranum í Noregi – um at heilt nýggj krøv eru frá myndugleikunum – og at tey tí eru noydd at innkalla øll teirra battaríir, sum teir áður hava latið. Hetta snúi seg um at innstilla og gera um uppá ávísar partar av konstruktiónini.
Hetta var ikki sørt skakandi fyri okkum – og vóru vit tí noyddir at taka øll battaríini úr tvíkiljuni og senda alt aftur til Noregs. Hetta var ikki bara sum at siga tað – tí talan var um einar 20 trækassar, sum skuldu pakkast neyvt eftir forskriftum og fylti hetta ein heilan lastbil – í alt 6 tons.
Hetta tók rúma tíð í Noregi tí har var bíðirøð og fingu vit loksins battaríini aftur og fingu tey ísett av nýggjum.
Bara battaríini seinkaðu samanumtikið byggingini eini 6 mánaðir ella so. Í hesum sambandi ynskja vit at takka Bakkafrost fyri teirra tolsemi.
Av tí, at battaríini í tvíkiljuni fylla nógv í vavi og í vekt var neyðugt at gera tvíkiljuna umleið 30 cm hægri og byggja rúmini í mun til trygdarkrøvini. Í hesum sambandi hevur tætt samskifti verið við Sjðvinnustýrið fyri at tryggja røttu góðkenningarnar. Vit vilja í hesum sambandi takka Sjóvinnustýrinum fyri gott samstarv.
Battaríini liva í dag upp til strangastu krøv í Noregi og eru í dag fleiri skip í Noregi og Danmark sum brúka júst hesa battarískipan.
Hinvegin er úrslitið, at manningin umborð fær ein munandi betri arbeiðsdag.
- Tað verður minni larmur umborð
- Hetta dálkar munandi minni
- Eingin roykur og útstoytsgass umborð
- Lítið viðlíkahald tí nógvir lutir eru statiskir
- Løðast einaferð um døgnið við bíligum náttarstreymi – eitt stikk sett í eins og hjá elbilum
Samanumtikið hava vit á MEST lært nógv av hesum og eru ikki sørt stolt at vera fyrsta fyritøkan, sum veitir eina slíka loysn.
Okkara vón er tí at Grønarók gongur undan innan grøna økið fyri smærri og størri skip.
Eg vil takka Bakkafrost fyri eitt sera gott samstarv í allari tilgongdini. Stuttligt at samstarva við eina fyritøku, sum er so tilvitað um júst hvønn tørv tit hava – tí so er bara at gera skipið í mun til hesi krøv.
Fari eisini at nýta høvi til at takka øllum starvsfólkum, sum á ein ella annan hátt hava verið við í byggiætlanini. Ongin nevndur og ongin gloymdur.
Eg fari at ynskja tykkum Guðs signing við Grønurók og tykkara arbeiði framyvir.
Til seinast vil eg at biðja Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost koma higar at undirskriva avhandingarskjalið, og taka ímóti lyklunum til Grønurók.
Takk fyri!
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo